Fleiri flogfør sum hava staðið parkerað við Heathrow flogvøllin í London ímeðan korona farsóttin hevur gingið, vóru so illa fongd við ymsum skordýrum tá tey skuldu aftur í vinnu, at tey ikki kundu fara á flog. Tað stendur at lesa í eini nýggjari frágreiðing sum myndurleikarnir hava gjørt um evnið. Serliga ringt var tað í juni og juli í fjør, tá tilsamans 8 flogfør, tey flestu ogn hjá British Airways, ikki kundu fara á flog sum ætlað.
Í flestu førum hevur trupulleikin verið at býflugur og vespur hava bygt reiður í pørtum av flogførunum, sum manningin skal brúka til at fáa upplýsingar um flúgvingina, ella á annan hátt, so ella so hava stóran týdning fyri trygdina.
Nevnt verður, at ein orsøk til at skordýrini leita sær eftir nýggjum býlum kann vera, at nógv var til av teimum á fjør sumri, og tá flogførini hava staðið still leingi, so hevur tað verið ein upplagdur møguleiki hjá skordýrunum at seta búgv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo