Illgruni var um at onkur av ferðafólkunum umborð á einum flogfari hjá Atlantic Airways, sum kom úr Keypmannahavn fyrr í dag, hevði corona smittuna, og fólk í serligum trygdarbúna komu umborð á flogfarið áðrenn fólk sluppu í land.
Nøkur av ferðafólkunum vórðu afturhildin, ímeðan tey flestu so við og við sluppu í land.
Jóhanna á Bergi, stjóri, hevur avvíst at gera viðmerkingar, men hon sigur, at tey taka tilráðingar frá myndugleikum í fullum álvara og seta leypandi neyðug tiltøk í verk til tess at royna at byrgja fyri corona smittuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo