Tórshavnar kommuna: Flaggdagshald verður í skúlagarðinum í Kollafirði á flaggdegnum mánadagin 25. apríl klokkan 14.
Skótar, ítróttarfólk og reiðfólk møta við bygdarhúsið klokkan 13.45.
Birna Mikkelsen heldur røðu og GHM spælir. Eisini framføra Bára Silvansdóttir, Brita Djurhuus og Margeir Zachariassen nakrar sangir.
Skótarnir bjóða kakao og bollar.
Skótaliðið Túgvan skipar fyri flaggdagshaldinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo