Fiskamarknaður Føroya: Bara frystilínuskip eru til fiskarí, men helst fer okkurt ísfiskalínuskip avstað í næstum. Seks frystiskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi. Tey flestu fiska longu og brosmu.
Streymurin er góður og veðrið verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Men fiskaríið er vánaligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.
Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo