Eftir at hava kappast til undanumfarið hósdag 31. januar og fríggjadag 1. februar, varð kunngjørt í Norðurlandahúsinum í dag, hvørji eru komin víðari til finaluna.
Høvuðsdómarin, sum í ár er bretin Tony Shorrocks, segði innleiðandi áðrenn hann kunngjørdi finalistarnar: “We learn what we experience” og sipaði til, hvussu nógv vit mennast av tí, sum vit uppliva.
Hesi eru víðari í finaluni (her í bókstavarað):
Andrias Blaasvær
Ári Berghamar Danielsen
Ernst D. Remmel
Hjalti Bogason Støylen
Jósef Zachariassen
Kristina Thede Johansen
Finalan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 2. februar kl. 17.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo