Summar Festivalurin kunnger í dag teir fyrstu 5 av umleið 30 føroyskum bólkum, sum skulu hava framførslur á ársins festivali. Fyrstu bólkarnir staðfesta, at Summar Festivalurin aftur í ár fer at hava eina sera fjølbroytta skrá við føroyskum tónleiki.
Guðrið Hansdóttir hevur seinastu 10 árini verið millum fremstu og mest virknu føroysku songkvinnurnar, og við nýggjari útgávu í skjáttuni kemur hon aftur á Summar Festivalin at spæla. Guðrið gav í heyst út Painted Fire og var tá eisini á konsertferð í eitt nú Týsklandi og Sveis.
Anfinn Nielsen, siglandi klaksvíkingur í Nólsoy, hevur síðani miðskeiðis í áttatiárinunum skrivað, sungið og útgivið tónleik á føroyskum máli, og hann hevur havt nógv hitt– til dømis Sirkus Tinganes, Í skúrið, Mítt Hjarta pumpar fyri tær, Gubbi og eg og Lítli fuglur. Nú kemur Anfinn á Summar Festival við sínari sterkastu manning at spæla.
Jóhan Solo er einmansbólkur hjá føroyskum tónleikara, sum er búsitandi í Danmark. Jóhan syngur, spælir gittar og brúkar ymisk slagverk í framførsluni. Hann skrivar egnar sangir og er sera dugnaligur gittarspælari. Jóhan spælir eitt bland av fólkatónleiki, blues og rocki.
Holgar Jacobsen er sera virkin tónleikari. Umframt at spæla við bólkum sum Tinganest og Vestmonnum, spælir hann sera nógv sum solistur og hevur givið fleiri fløgur út. Nú fer Holgar at spæla fyri fyrstu ferð sum solistur á Summar Festivalinum.
Orkestrið Blue Coat Brass Band spælir lívsglaðan og festligan gøtutónleik. Løgini eru ein samanrenning av New Orleans tónum, funk, soul og hip-hop, og so hevur tónleikurin eisini føroyskar rútmur og huglag yvir sær. Blue Coat Brass Band skapti fantastiskan stemning á Summar Festivalin í fjør, og fyrireikararnir fegnast um, at teir koma aftur á festivalin í ár.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo