Í dag eru fimm ár síðani bretska sangarinnan Amy Winehouse var funnin deyð.
Tað var tónleikur, paparazzi og rúsandi evnir, sum merktu lívið hjá jazzdrotningini tey seinastu árini av hennara lívi.
Sangarinnan fekk rættiliga góðan byr við albumminum 'Black To Black', sum seldi meira enn 12 milliónir eintøk.
Men sangarinnan við teimum nógvu tatoveringunum og 50'ara-hársetingini stríddist við alkohol- og rúsevnismisnýtslu.
Misnýtslan gjørdi at hon mangan var nógv ávirkað á palli, og at fleiri konsertir máttu avlýsast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo