Havnar Arbeiðarafelag: Tann 16. januar 2016 vóru 100 ár liðin, síðan Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað. Í tí sambandi er komin út bók um søguna hjá felagnum, og nú verða høvuðstættirnir í søguni eisini lagdir fram í filmi.
Nýggi filmurin kallast "Stríðsmenn í Havn - Havnar Arbeiðsmannafelag 100 ár". Hann verður frumsýndur í Havnar Bio týskvøldið 24. oktober kl. 19.00.
Øll eru vælkomin, og atgongdin er ókeypis.
Boðast skal frá luttøku á tlf. 312106 millum kl. 10.00 og 16.00 mánadagin 23. oktober. Um neyðugt verður eykasýning seinni.
Filmurin umrøður stovnanina, rokmiklu havnarútbyggingina í 20'unum, ringu tríatiárini, tiltikin verkføll í 40'unum og 50'unum og vinstraradikala rákið, sum tók seg upp í 70'unum. Eisini nýggja tíðin er lýst.
Uni Arge, journalistur, og Hans Petur Hansen, sjónvarpsfotografur, hava gjørt filmin fyri arbeiðsmannafelagið. Finnur Hansen hevur staðið fyri ljóðmyndini. Filmurin varar 80 minuttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo