Sandoyggin.fo: Eitt polterabend fer heilt av sporinum. Ja, akkurát hvussu nógv av sporinum vita vit ikki fyrr enn vit sleppa at síggja stuttfilmin "Ramblers" hjá Hanusi Johannessen, skrivar Sandoyggin.fo.
Men vóru eini 45 fólk, sum fingu við, hvussu stóra kyndla-senan í filminum fer at síggja út.
- Filmað varð í Miðdali, har Miðstovugarður eigur eini lítil hagahús. Einir 30-35 statistar luttóku, umframt framleiðsluliðið, sum fyri størsta partin eru næmingar á sama filmsskúla, sum instruktørurin á "Ramblers", Hanus Johannessen, gongur á.
Filmurin verður liðugur síðst í mai mánaða, skrivar Sandoyggin.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo