Í Vestmanna gleðast íbúgvarni um ferðavinnuna.
Tað vísir nýggj kanning, sum kommunan hevur latið gera.
Nærum 68% av teimum spurdu siga, at tey fegnast um ferðafólkini, tey síggja í bygdini, og 83% av íbúgvunum halda, at bygdin kann fáa stóran ágóða av ferðavinnuni.
Tilsamans 199 fólk vórðu spurd í kanningini, sum eisini var skipað í fokusbólkum og við longri samrøðum við fólk sum umboða ymisk áhugamál í bygdini.
Vestmanna Kommuna søkir nú eftir mentanar- og ferðavinnumennara sum skal standa fyri at arbeiðnum at skipa mentanar- og ferðavinnuøkið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo