KVF segði í seinastu viku at ferðslan í Norðoyatunlinum var trífaldað síðani tunnilin læt upp.
Men hetta er ikki rætt, tó at vit her á VP eisini vístu til greinina tá.
KVF samanber ferðsluna í 2006 við 2019 og kemur til ta niðurstøðu at ferðslan er trífaldað.
Úr 448.000 akførum í 2006 til 1.308.000 akfør í 2019.
Hetta er eitt gott dømi um, hvussu villleiðandi hagtøl eru, tá tey ikki verða brúkt við skynsemi.
Norðoyatunnilin læt upp 29. apríl 2006.
Ferðslan í 2006 umfataði sostatt bert 8 mánaðir og kann tí ikki uttan víðari sammetast við 12 mánaðir í 2019.
Ferðslan í Norðoyatunlinum er sostatt ikki trífaldað, men tvífaldað.
So hava vit rættað hetta mistakið á VP, og biðja um umbering fyri at hava endurtikið henda skeivleikan frá Kringvarpinum.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo