Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mynd: Kristina Gry Berg

Mynd: Kristina Gry Berg

Mynd: Kristina Gry Berg

Mynd: Kristina Gry Berg

Havi eg ikki sagt tað nóg ofta, kann eg siga tað aftur, at vit eiga heilt fantastiskan ungdóm, sum kann levera nakað av tí besta, eg havi hoyrt!

Tá eg sá lýsingina, at Elinborg Pálsdóttir og Punjab fóru á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið, mátti eg bara møta upp, og upplivingin var fantastisk!

Eg havi fylgt Elinborg síðani hon kom á pallin fyrstu ferð og má bara staðfesta, at her er ein tónleikari á so inniligum og lívsjáttandi støðu, sum eg ikki havi hoyrt nógv til áður.

Hon hevur eitt ella annað yvir sær, sum fær ein at føla løtuna góða og ríka, tí ikki bara er hon ein super performari, men hon kann bara skriva tekstir, sum fara beint í hjartað!

Eg eri spentur at síggja og hoyra, hvat hon fer at koma við í framtíðini, tí heldur hon hesa linjuna, fer hon veruliga at bjóða av.

So koma hesir frísku kallarnir úr Punjab á pallin og tit – tit, sum ikki vóru har, hava mist nakað av tí besta, sum er at finna á føroyska tónleikapallinum í dag!

Eg sat og hugsaði, at tað er heilt ófatiligt, at hoyra slíkan tónleik framførdan á føroyskum palli, tí hesir kunnu bara levera nakað at tí besta, eg nakrantíð havi hoyrt!

Alt “setup´ið” er bara so heilt fantastiskt og hvør einasti av limunum kunnu bara handfara sítt ljóðføri til UG!

Eg fari ikki at taka nakran fram um annan, men eg sat við hesi kensluni, at bara teir ikki gevast av onkrum umstøðum, men halda fram, tí teir hava veruligt potentiali at koma rættiliga langt!

Vit fingu møguleikan at ummæla teirra fyrstu útgávuna “ The Flying Elephant” í Kvørnini, og føldi eg við tað sama, at hetta veruliga er nakað, sum kann gera seg galdandi.

Teir spældu eisini nøkur nýggj løg leygarkvøldið, ið sanniliga ikki fingu meg frá míni fatan, at her liggur nakað spennandi í kortunum.

Ein SUPER konsert!!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo