Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Farcod hevði eitt gott ár í fjør við góðum 20 mió kr í avlopi eftir skatt. Tað skal samanberast við góðar 16 mió kr árið fyri.

Farcod eigur trolararnar Enniberg, Ametyst og Havborg umframt helvtina av SMS.

Um framtíðarútlitini sigur leiðslan, at tey eru tengd at veiðimøguleikunum, har mest týðandi fiskileiðin hjá Ennibergi er Barentshavið. Oljuprísurin, gjaldoyra og fiskaprísir hava eisini stóran týdning fyri úrslitið hjá felagnum.

- Støðan í Ukraina hevur viðført, at spurningurin um framtíðar fiskivinnusamstarv við Russland er reistur á politiskum stigi, og hetta viðførir, at óvissa er um framtíðar veiðimøguleikar, men samtakið hevur álit á, at veiðimøguleikarnir verða nøktandi í framtíðini, verður millum annað sagt.

Fíggjarstøðan javnvigar við 333 mió kr og eginognin hjá Pf Farcod er 264 mió kr um ársskiftið.

Kaj Johannesen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo