- Arbeitt verður við at gera ein felagsskap fyri pápar. Felagsskapurin fer at seta ljós á rættindi hjá børnum til pápa sín. Møguliga verður seinni settur á stovn ein stuðulsbólkur fyri bæði kynini.
Tað skrivar Finnur Joen-Jacobsen á sínum Facebook-vanga, har hann eisini nærri lýsur, hvat hesin felagsskapur fer at takast við av uppgávum.
- At bjóða hjálp og ráðgeving til sundurlisin pør soleiðis, at børnini hava eitt gott forhold til bæði foreldrini eftir skilnaðin.
- At arbeiða fyri at fáa broytt lóggávuna um foreldramyndugleika og barnsburðarfarloyvi, so at javnstøða er á økinum.
- At seta á stovn eina stuðulsskipan til pápar at kunna ferðast uttanlands at vitja síni børn, og til at stuðla føroyskum mammum og børnum at fara uttanlands at vitja pápan at børnunum.
- At hava eitt netverk har vit kunnu stuðla hvørjum øðrum og ráðgeva hvørjum øðrum.
- At ráðgeva pápum til, hvussu teir best kunnu varðveita eitt gott forhold til síni børn, at vera ein góð fyrimynd, og at verða har fyri tey.
- Ein facebook bólkur er gjørdur til áhugaðar pápar, har vit fyrireika eitt stevnumið fyri felagsskapin, áðrenn vit formliga seta hann á stovn, skrivar Finnur Joen-Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo