Løgreglan: So er onnur vika farin í gongd, og í gjár tann 28. august 2023 var eitt revsimál á skránni hjá Eystara Landsrætti.
Málið snúði seg um vitnihóttanir og sostatt brot á revsilógina. Ein 29 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava hótt fyrrverandi unnustu sína og onnur eftir lívinum. Hetta var í sambandi við, at hon var vitni í einum øðrum revsimáli móti honum.
Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti, og maðurin fekk 60 daga fongsul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo