Í morgin verður ættin landsynningur og sunnan, tað verður samdrigið men turt, sum dagurin líður minkar vindurin heilt niður í eitt fleyr og hitin fer at liggja um 6-7 stig.
Týsdagin og Mikudagin strúkur í vindi av landsynningi, sólglottar og hitin 5-7 stig.
Hósdagin og Fríggjadagin gul av landsynningi, sólin sær ein stóran part av degnum og sami hiti, 5-7 stig.
Næsta vikuskifti frískar hann vindin uppí ein strúk, serliga leygardagin, ættin verður beinur eystan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo