Steinprent verður henda komandi mánaðin karmur um eina forkunnuga skulpturframsýning. Tað er danski listamaðurin, Erik Heide sum sýnir fram sínar standmyndir úr bronsu, steini og stoypijarni, ið myndevnisliga taka støði í menniskjum og teirra umhvørvi - tað hevur í hesum sambandi týdning, at Erik Heide er føddur á oynni Mors, har hann enn búleikast.
Oyggjasamleikin hómast onkursvegna í listaverkunum, tað er tí hugsandi, at føroyskir áskoðarar fara at kenna seg aftur í teimum. Í Danmark er Erik Heide ikki minst kendur fyri sínar mongu kirkjuprýðingar, sum hann sjálvur hevur mist talið á, hann var bara 22 ára gamal, tá tann gjørdi ta fyrstu. Nøkur ár er eyðvitað liðin síðani tá, tí Erik Heide hevði sama lærara sum á sinni Ingálvur á Reyni á málaraskúlanum á Kunstakademinum, nevniliga Kræsten Iversen, professara. Erik Heide skifti frá málarí til grafikk hjá Holger J.Jensen professara, men hann endaði tó við at gerast myndahøggari burturav. Sum myndahøggari er hann sjálvlærdur og egin, hansara einfalda og organiska myndamál hóskar sera væl saman við grova tilfarinum, sum hann oftast brúkar, antin tað er høgt í granitti ella evnað til í leiri og síðani stoypt til jarn ella bronsustandmyndir.
Listamaðurin hevur stóran áhuga fyri keltiskari list og hansara egnu verk eru merkt av sama sterka einfeldi og inniliga átrúna sum hómast inni í gomlum romanskum kirkjum. Verkini hjá Erik Heide eru modernað við álvarsligum eksistentiellum innihaldi, tey snúgva seg um lív og deyða hjá menniskjanum á foldum, men standmyndirnar kunnu eisini vera stuttligar, lættar og hugfarsligar standmyndir við eyga fyri hvussu lívsins stórbæra undur kann geva seg til kennar av gerandisligu upplivingini av vindinum í hárinum hjá barninum, sum spælir við bátar við sjóvarmálan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo