Nýggja bryggjaríið OY í Havn hevur mist allan eginpeningin eftir hall triðja árið á rað.
Úrslitið í fjør var hall á 2,8 mió kr. Hallið í 2022 var tó enn størri, tað var 4,3 mió kr, so tilsamans hesi trý roknskaparárini, bryggjaríið hevur havt, er samlaða hallið góðar 8 mió kr.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 18,6 mió kr og eginognin var negativ við góðari hálvari millión. Tað vil siga, at felagið skyldar meira enn ognirnar eru verdar.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at úrslitið skal síggjast í mun til at felagið framvegis er í eini uppstartstilgongd. Og leiðslan metir ársúrslitið út frá hesum at vera nøktandi.
Ein týðandi partur av skuldini er sokallað tolin skuld til partaeigararnar.
Liz Waagstein er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo