Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Veðrið í morgin og týsdagin líkist veðrinum í dag, gul av eystri ella landsynningi, sólin sær og hitin um 13 stig.

Mikudagin melur hann eitt sindur av ymsum ættum men bert eitt gul, sól og góðveður.

Hósdagin fer hann norðum og yvir í fyrst útnyrðing og síðani vestan, eitt sindur frískari vindur, meira skýggjað og hitin um 10 stig.

Fríggjadagin útsynningur, lot til frískan vind men sól tað mesta av degnum og hitin um 10-12 stig.

Næsta vikuskifti líkist við einum frískum loti av vesturætt, turrveðri og hita um tey 10-12 stigini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo