Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Endurgjald fyri mist bit og mist slóttulendi

Spurningar:
1. Er endurgjaldið fyri mist bit og mist slóttulendi endurskoðað, síðani kunngerðin um umsiting um landsjørð varð sett í gildi í 2007?

2. Um endurgjaldið ikki er endurskoðað, er so ætlanin at fáa tað gjørt?

3. Um ætlanin er at endurskoða endurgjaldið, nær verður tað so gjørt?

4. Metir landsstýrismaðurin, at verandi endurgjald samsvarar við tann kostnað, sum bøndur og onnur, ið varða av haga og jørð, hava í dag?

Viðmerkingar:
Sambært § 9 og § 10 í Kunngerð um umsiting av landsjørð frá 2007 verður endurgjald fyri ávikavist mist bit og mist slóttulendi ásett eftir fylgiskjali A í nevndu kunngerð. Í § 10 stk. 3 stendur, at endurgjaldið eftir §§ 9 og 10 verður endurskoðað í minsta lagi triðja hvørt ár.

Kunngerðin er seinast broytt í 2013, men er endurgjaldið eftir § 9 og § 10 yvirhøvur endurskoðað, síðani kunngerðin varð sett í gildi í 2007?

Havandi í huga tann prísvøkstur, sum hevur verið síðani 2007, umframt tann serliga stóra prísvøkstur, ta inflatión og tær rentuhækkingar, ið hava verið hesi seinastu fáu árini, sum beinleiðis hava verið orsøk til lønarhækkingar v.m., so kann tað tykjast undranarvert, um endurgjaldið eftir §§ 9 og 10 ikki er endurskoðað.

Til tess at fáa greiði á hesum máli og at vita, so verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 23. februar 2024
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo