FSF: Tveir venjingardystir eru á skránni, tá U19-landsliðið við dreingjum í næstum fer á venjingarlegu í Pinatar í Spania.
Fyrri dysturin verður mikudagin 11. oktober ímóti Portagal, meðan tann seinni verður leygardagin 14. oktober, og tá verður spælt móti Írlandi. Báðir dystirnar vera spældir á Pinatar Arena, sum liggur í Alicante umráðnum.
Landsdystirnar móti Írlandi og Portugal eru samstundis fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia í november. Har skulu Føroyar møta Kroatia, Ísrael og Armenia.
Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christian Høgna Jacobsen, hevur hann kunngjørt teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til venjingarkappingina í Spania.
Hópurin
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur
Tobias Elmelund Hansen, B36
Marius Allansson Árting, B36
Carl Mikkelsen, B36
Mattias Hellisdal, B36
Rókur Kollsker, B36
Emil Elmelund Hansen, B36
Hanus Højgaard, B68
Svend Danielsen, B68
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Jóhan Josephsen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo