- Eg fái ikki sungið meira, eg havi mist røddina. Nakað soleiðis segði 72 ára gamli víðagitni sangarin Elton John við gráturødd til eina konsert í Ný Sælandi í gjár, og fór síðani av pallinum og kom ikki aftur.
Elton John hevur verið sjúkur av lungnabruna í seinastuni, og talsfólk hjá honum hava sagt, at hetta var ein partur av trupulleikanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo