Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hetta vikuskiftið eru liðin júst hálvthundrað ár síðan fyrsta føroyska LP-plátan við rútmiskum tónleiki kom út. Talan er um LP-plátuna hjá best umtókta føroyska poppbólkinum í 60-árunum, Faroe Boys. Tað hevur verið sagt, at plátan kom út stutt undan jólum í 1967, men í Sosialinum 14. februar 1968 lesa vit, at plátan, sum bíðað hevur verið so leingi eftir, fæst til keyps í plátusølubúðunum frá leygardegi 17. februar 1968.

 

Kringvarpið fer sunnudagin kl. 15.00 at senda eina útvarpssending um hesa ikonisku plátuna - "Appelsingula LP-in".


Faroe Boys slóðaði fyri tí modernaða popptónleikinum í Føroyum. Bólkurin, sum var virkin árini frá 1962 til 1967, var sera væl umtóktur bæði í Føroyum og Íslandi. Teir vóru stórliga fagnaðir á konsertferðum í Íslandi í 1964 og 1966. Har vóru teir skírdir at vera "færeysku beatlarnir". Árini 1964 og 1965 lótu teir tvær singleplátur frá sær, og í 1968 sendu teir fyrstu føroysku popp-LP-plátuna á marknaðin. Hon varð útseld í stundini, men ikki fyrr enn í 2000 gav Tutl tónleikin út á fløgu.


Í røðini "Varðar á leiðini",  sum var at hoyra í útvarpinum veturin 2005/2006, var ein sending um ta appelsingulu LP-ina hjá Faroe Boys. Sendingin, sum var send fyrstu ferð í januar 2006, verður nú endursend.  Í sendingini greiða Robert, Jógvan, Kári, Bjarni og Jógvan Sofus frá, og aðrir bera fram sína hugsan um hesa elstu føroysku LP-plátuna við popptónleiki. 


Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu sendingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo