Tórsgøta: Eivør fær ikki luttikið á teimum 6 útseldu jólakonsertunum, sum vera á Reinsarínum í desember.
- Vit hava ring tíðindi og góð tíðindi. Tey ringu tíðindini eru, at Eivør ikki fær luttikið á jólakonsertunum orsakað av nýggjastu tilmælunum. Og nú koma tey góðu tíðindini. Tað er nemliga soleiðis í Føroym, at vit eru eyka forkelaði, tá talan er um fantastiskar sangarar. Og í tí sambandinum hevur tað eydnast at fáa bæði Lenu Anderssen OG Son of Fortune (Benjamin Petersen) ístaðin.
- Sostatt verður tað eitt brak av eini jólakonsert við Marius Ziska, Gretu Svabo Bech, Son of Fortune og Lenu Anderssen, har tey syrgja fyri, at tit koma í rættiligan jólastemning, sigur Tórsgøta.
* Ynskja tit at fáa atgongumerki endurgoldið, eru tit vælkomin at senda okkum eini boð á torsgota@torshavn.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo