Tað er góður og stórur toskur sum línubáturin Eivind fær frá grønlendsku jollunum í Tasiilaq í Eysturgrønlandi.
- Higartil hevur Eivind tikið móti um 50 tonsum síðani byrjað var at taka móti fiski frá jollunum tann 6. september, sigur Hálvdan Gudmundsen, reiðari, tá ið VP spyr.
Sambært reiðaranum, so hevur fiskiskapurin verið góður, tá ið veðrið hevur verið til tað, og onkran dag hevur Eivind fingið 10 tons í kruvdum og heysaðum fiski í lastina.
Sambært Hálvdan Gudmundsen so avreiða einar 27 jollur til Eivind.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo