Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…hmm… í einum viðtali varð Orson Welles spurdur, hvussu tað bar til, at hann gjørdi stórfilmin „Citizen Kane“ í nítjanhundrað og ein og fjøruti…“Av berari óvitan,“ svaraði filmsleikstjórin, „eg visti ikki, tað var ómøguligt“…

…og tað er ikki sørt…javnan eru vitan og frámæli sum lokið og byttan…jú, men er tað eisini mangan so at vitan…og ikki síðst miðlað vitan…fyrst og fremst veit, hvussu ómøguligt hvat sum helst er, hevur tað ikki fótafesti í tí verandi… í teirri endurtøku, sum rættvísgerst av tilvandari hugsan…so eg tali nú ikki um pengar, lunnindi og framíhjárættindi…

…í Føroyum hevur hugmyndin av samfelagnum gjarna verið, at ongastaðni á Guðsskaptari jørð eru kor so javnt býtt sum hjá okkum…nóg illa hársbreidd millum ríkan og óríkan…

…men hvussu svarar hugmyndin saman við tey livdu viðurskiftini…við gerandisleikan…?...

…nei, einki eru Føroyar ólíkar øðrum londum, ið seta síni búskaparligu og politisku ýti eftir vesturlendskari kapitalismu…samfelagið lagskift… vinnan savnast alsamt á færri hendur…fimm fyritøkur…eru tær nevndar eru tær kendar…hava tey seinastu fimtan árini…og tað við løgtingsins vælsignilsi… lagt seg á ein alsamt størri part av teimum skaptu virðunum...

…sum aðrastaðni…til dømis her í Bretlandi…har tey skaptu virðini javnt og samt miðsavnast til tey fáu vil politiska og fyrisitingarliga skipanin…tingræðið… legna seg eftir eini…vælútbúnari…og upp á seg vælløntari… miðstætt, ið annaðhvørt beinleiðis…eitt nú tøkniliga, løgfrøðiliga og í aðrar fakligar mátar…ella óbeinleiðis…eitt nú útbúgvingarliga…tænir og í alsamt størri mun dúvar upp á ta fá-stýrdu vinnuna av tí, at hon…skjótt sagt… hevur yrkislíkindi teirra…nýtslustøði… og framtíð…undir sær…

…og sjón gongur fyri søgn…tað rennir skilliga í móti hjá miðstættini í Føroyum, tá arbeiðarafeløgini fara í verkfall til at tryggja arbeiðandi fólki…teimum sum vaksandi ójavni vanbýtir… eina útkomu…eina løn… sum tað ber til at fáa tak yvir høvdið og mat á borðið fyri…

…og tað gav at bíta í sendingini Breddanum… farna týsdag fjúrtanda mei…í útvarpsstovuna komu umboð fyri ávikavist Vinnuhúsið og arbeiðarafeløgini…

…umboðið fyri Vinnuhúsið við bókhaldsturrum viti …so sinniligur á málinum sum hann út í odd og egg…og upp á eitt akademiskt hár… visti, hvat ikki bar til…ja, at kalla einki…og so slettis ikki, at ein arbeiðaraløn skuldi kunna røkka bæði til bústað og mat…tað orkaði vinnan ikki at bera…tað var so vitiligt…sum vitiligt fekk verið…

…í fakfelagsumboðnum afturímóti gekk ein sovorðin óvitsins øði…sum í sjálvum Jesusi, tá hann rak keypmenn og vekslarar úr halgidóminum…íðan sá hon einki í vegin fyri, at fólk… lønt eftir sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum… nú fingu eina lønarhækking, ið munti…ja, enntá dugdi fyri livilig kor…tað var ikki meir enn rímiligt…vinnan fleyt í pengum eftir fleiri góð ár, segði hon og gav sinniligum tølum og  turrum bókhaldsviti so dygt um oyruni, tú næstan hoyrdi tey rodna í útvarpsstovuni…

…men tað bókhaldsmælta turrvitið gav seg ikki so…tað trumfaði tungt…nógv virksemi… til dømis í matstovu- og vertshúsavinnuni…loysti seg ikki upp á onnur enn láglønarkor…tað máttu arbeiðarafeløgini smyrja seg og sínar limir við…ella ætlaðu tey, at fólk skuldi hvørki fáa vátt ella turt, tá tey fóru í býin…var tað so logandi galið…vildu tey hóttafall á búskap og samfelag, so eingin legði í at hava ráð til nakað sum helst…síðst av øllum hesar fimm áðurnevndu fyritøkurnar, ið mest áttu og frá Guði…nei, orsakað…privata framtakinum høvdu fingið náðivald at býta okkara felags virði so alvitandi javnt… til gagns og signing fyri øll…

…og helst…er seinasta veljarakanning eftirfarandi…nikkaði dastið av miðstættini við og gav sítt amen til tey orðini…longu farin at ætla sær skattalætta…eftir næsta løgtingsval… nýggjan bil…nýggjan køk…og eina grøna uttanlandsferð omaná…hvør veit…

…kortini vóni eg…í øllum stillum sjálvandi…at arbeiðarafeløgini gera sum Orson Welles á sinni og taka vitan hjá teimum so fittliga, sum altíð vita best, hvat ið ikki ber til, tá um onnur áhugamál ræður enn teirra egnu…

…góðan stríðshug…

CJJ

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo