Dagurin í dag verður merktur av nógvum regni og fitt av vindi, sum frálíður mest av høgætt, millum útnyrðing og landnyrðing.
Í morgin sum frálíður bert lítið lot av vestri, tað slítur í seinnapartin og hitin um 9 stig.
Týsdagin beinur norðan allan dagin, upp í frískt lot, mest turt, hitin millum 7 og 9 stig.
Mikudagin gongur hann niður í eystan ella landsynning men tó bert lítil vindur og hitin 6-8 stig.
Hósdagin frískar hann vindin av landsynningi ella suðri, regn fyrrapartin men mest turt seinnapartin, tó samdrigið og møguleiki fyri onkrum æli og lýggjari, upp í 11 stig.
Fríggjadagin millum landsynning og útsynning, strúkur í vindi ella hvassur vindur, sól fyri tað mesta tó við møguleika fyri onkrum æli og sami hiti - eini 11 stig.
Næsta vikuskifti verður merkt av regni og vindi, mest at útsynningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo