Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hóast eingin í politiska systeminum vil vátta tíðindini, so siga væl vitandi keldur í samgonguni, at sambandstingmaðurin, Johan Dahl, fyri fjúrtan døgum síðani hevur sent politisku samstarvsfeløgum sínum eitt bræv við rættiliga ultimativum krøvum, um hann annars skal halda fram sum stuðul undir sitandi landsstýri. Nú er tað einki nýtt í hesum, at Dahlurin er ónøgdur við støðuna, men harfrá og at seta ófrávíkilig krøv, tað ger støðuna trupla, tá meirilutin hjá samgonguni er so sera marginalur.

Tað hevði verið rættiliga sjálvsagt, at ein royndur vinnumálaráðharri, í hesum førinum Johan Dahl, varð settur aftur í sessin, tá flokkur hansara vann hesa taburettina í samgongutelvingini, men Bárður helt seg ivaleyst velja ta tryggu loysnina og avgerandi loyalitetin, tá hann setti Helga Abrahamsen í tað, sum skuldi gerast eitt superministerium. Avleiðingin gjørdist hin øvuta av ætlanini. Johan rumstrerar sum ein ótamd og leys kanón á dekkinum, og Helgi hevur ikki stýr á nøkrum sum helst. Embætisverkið hevur yvirrulað hann í einum og øllum, og tá tey sum onga ábyrgd hava av avgerðum og avleiðingum taka og fáa ræðið, kann alt henda.

Veljarakanningarnar leggja nú trýst á Sambandsflokkin. Tað stendur við og versnar. Fólkaflokkurin hevur fingið alt sítt ígjøgnum og Jenis, Bill og Steffan hóreiggja sær júst sum teimum lystir. Sambandsflokkurin er ikki so frægt sum komin út úr startholini, hóast valskeiðið skjótt er hálvgingið. Kanska hava teir so dánt hildið sambandið við Danmark við líka, tað er eisini alt. Samgongan situr við einum parlamentariskum meiriluta sum er minst møguligur (17 av 33 tingfólkum).

Eingin í samgonguni ynskir at avdúka, hvat ið stendur í brævinum frá Johan. Tað kunnu vera barsilsskipanin, veiðigjøldini, umhvørvi, Huawei, seina sundurskeklingin av SEV og helst krevur hann eisini, at Helgi Abrahamsen verður tikin av taburettini, hann, sum helst er størsta orsøkin til samanbrenningina í veljarakanningunum.

Løgmaður kann tí ikki rokna við Johan Dahl í avgerandi løtum á Føroya løgtingi longur. Tað er ein parlamentariskur trupulleiki sum má loysast. Løgmaður ætlar sær ongan veg, hann trívist merkiliga væl í leiklutinum sum galliónsfigurur hjá Fólkaflokkinum - tað er farið at síggjast sjálvt á gongulagnum. Tí eru størst sæð bara tvær loysnir:

- At rokera í landsstýrinum. Siga Helga upp og seta Johan út í vinnumálaráðið. Hetta hevði stabiliserað støðuna á tingi, men ivasamt er um ikki órógvin hevði flutt seg úr løgtinginum í landsstýrið ístaðin. Einaferð tóktust Bárður og Johan at vera á bylgjulongd, men ideologiskt er tað við tíðini dragnað millum teirra. Bárður líkist alt meira einum vælskrubbaðum fólkafloksmanni á uttasta høgraveingi, meðan Johan Dahl er farin at orientera seg meira úteftir tí socialliberalistiska veinginum. Hendan loysnin hevur helst raðfesting sum nummar 2.

- Raðfesting nummar 1 er at krøkja Sjálvstýrið upp í samgonguna. Nógv fundarvirksemi hevur verið um hetta hesar seinastu dagarnar. Í politisku korridorunum tosa kvinnur og menn um, at Kristin longu er farin at leita eftir einum landsstýrisfólki fyri flokkin, tá hann neyvan ætlar sær at fara úr borgarstjórasessinum á Tvøroyri við tað góða. Hetta kann eisini vera ein yvirlivilsisstrategi hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum harvið kundi verði meira sjónskur aftur í almennu politisku myndini. Seinasta veljarakanningin er ein treytaleysur deyðadómur, tí kann hetta vera bjargingin, sum ger, at flokkurin fær ein ella tveir tingmenn eftir valið næstu ferð.

Í seinna førinum er mesti spenningurin um, hvør ið skal sendast út í landsstýrið, og ikki minst hvørji málsøki flokkurin skal umsita. Mest upplagt er, at Jørgen Niclasen tveitir teimum samferðslumálini burturúr allari sínari rúgvu, hann fer tað sum eftir er av valskeiðnum bara at fáa trupulleikar av t.d. Strandferðsluni. Tí leggur hann helst ikki so nógv í at lata tað málsøkið frá sær, fyri at halda fast um totalu stýringina av samgonguni.

Eftir alt rumblið í Sjálvstýrinum í seinastuni, har ein floksformaður hevur limað seg úr egnum flokki, helst heimsmet, so verður tað neyvan ein norðingur, sum fær landsstýrissessin. Tað umboðið fer helst at koma úr Havnini ella úr Eysturoynni. Á myndum frá vælmøttum ársfundi hjá Sjálvstýrinum á Hotel Runavík fyri kortum, sóust fleiri vælskikkað evni til sessin: Andrias Jacobsen, Dan Klein, Terje B. Vestergaard, Zakarias Wang, Páll Poulsen og Hallur Hjalgrímsson Djurhuus. Hinvegin er Lasse Klein helst besta boðið, um flokkurin skal umsita samferðslumál, tað hevur hann roynt áður og hann er eisini generalsekreterur í flokkinum.

Loysnin við Sjálvstýrinum er helst frægasta loysnin hjá Bárði, skal hann sita í eitt heilt valskeið sum løgmaður.

Hesin politiski leikurin reisir ein annan spurning: Hví er eingin miðja í føroyskum politikki? Sjálvstýrið hevur mist ta funktiónina fyri nógvum árum síðani, og eitt politiskt vacuum sleppur sjáldan at standa leingi og bíða eftir at onkur fyllir tað aftur. Tað gjørdi Miðflokkurin ógviliga elegant, tá hendan samgongan bleiv skipað, men hvussu leingi fer tað at ganga, at ein so radikalur flokkur í mongum málum heldur í teymunum á stýrinum í einum landi? Framsókn hevur heldur ikki potentialið til at vera miðjan í føroyskum politikki tíansheldur í einari samgongu.

Finnur onkur ikki miðjuna aftur, eru útlitini, at tríggir av stóru flokkunum í framtíðini mega finna saman, fyri at flyta samfelagið fram í eina meira modernaða framtíð.

Spennandi verður at síggja næstu dagarnar, hvørjar avleiðingarnar vera av glóðheita brævinum hjá Johan Dahl, sum enn er avgerandi atkvøðan hjá Bárði á Steig Nielsen á Føroya løgtingi.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo