Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Føroyskt er høvuðsmálið í Føroya Rætti, og eingin verður tvingaður at tosa danskt.

Tað sigur Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, í svari til Annu Falkenberg, fólkatingskvinnu fyri Sambandsflokkin.

Anna Falkenberg spurdi millum annað løgmálaráðharran, um tað eru dømir um, at føroyingar eru noyddir at tosa danskt í Føroya Rætti.

Hon tók málið upp, tí spurningurin er fleiri ferðir reistur í løgtinginum.

“Í revsimálum, sum blíva viðgjørd av føstum dómarum og dómstólsjuristum í Føroya Rætti, og har tað eru ákærar frá ákærumynduleikunum í Føroyum og føroyskir verjar, er málið í rættinum vanliga altíð føroyskt, og eingir borgarar í Føroyum verða noyddir ella tvingaðir at tosa danskt í rættinum. Tað sama er galdandi í sivilum málum”, sigur Peter Hummelgaard.

Løgmálaráðharrin hevur fingið at vita frá Føroya Rætti, at onkuntíð er tað komið fyri, at fólk eru spurd, um tey kunnu tosa danskt, tí antin dómari, ákæri ella advokatur ikki dugdu føroyskt.

Men eftir at rættargangslógin kom i gildið 1. januar 2021 hevur Føroya Rættur gjørt avtalu við ein týðara, so at tað altíð ber til hjá vitnum og pørtum av einum máli at tosa føroyskt.

Sí svarið hjá Peter Hummelgaard til Annu Falkenberg her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo