Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Einaferð var tað eitt hjálparfólk, sum hevði drúgvar royndir á ansingarøkinum.

Tað fór til arbeiðis hvønn morgun, dugdi og elskaði sítt arbeiði.

Hjálparfólkið arbeiddi eftir mong ár í starvinum púra sjálvstøðugt.

Bæði børn og foreldur vóru vælnøgd.

Á stovnunum arbeiddu eisini nakrir fáir pedagogar.

Nýggi stovnsleiðarin undraðist, at hjálparfólkið kundi arbeiða so effektivt, uttan nakra leiðslu uttan ráðgeving av nøkrum slagi, og uttan nakra fakliga útbúgving.

Stovnsleiðarin helt tí, at hjálparfólkið hevði verið nakað øgiliga effektivt, um tað fekk betri ráðgeving.

Stovnsleiðarin fyribilssetti ein millumleiðara, sum var kendur fyri sínar góðu framløgur og gjøgnumførdu frágreiðingar.

Millumleiðarin gjørdi beinanvegin eitt arbeiðsskema, sum hjálparfólkið dagliga skuldi ajourføra.

Millumleiðarin skrivaði fleiri rapportir við diagrammum um tímabýti - og analysum av arbeiðsmenningini.

Hesar frágreiðingar vísti stovnsleiðarin errin eindarleiðaranum, sum sendi tær víðari til Leiðaran á Barna- og Ungdómsdeildini, sum sendi tær víðari til starvsfólkadeildina og trivnaðarstjóran, sum greiddi málið til politiska støðutakan.

Øll vóru samd um at betra fakligheitina.

Hjálparfólkið hataði broytingarnar.

Nýggja skipanin tvingaði hjálparfólkið at avbróta ansingina fleiri ferðir um dagin fyri at útfylla skema og skráseta alt ímillum himmal og jørð, eins og vikuligar frágreiðingar skuldu skrivast, sum millumleiðarin setti upp í frymlar, lagkøkur og stabbamyndir, so stovnsleiðarin og eindarleiðarin skiltu nakað av tí heila.

Stovnsleiðarin og eindarleiðarin samdust um at fyribilsseta ein pedagog við leiðsluútbúgving til deildina. Hesin fekk til uppgávu at optimera arbeiðið.

Umsitingin játtaði hjálp frá einum ráðgeva, sum skuldi gera eina arbeiðsumhvørviskortlegging.

Nú helt hjálparfólkið, at arbeiðsplássið var oyðilagt. Dagliga arbeiðið gjørdist truplari hvønn dag og á deildini vóru øll ónøgd og stressað.

Pedagogarnir fundaðust øgiligt, og tað legði bara størri trýst á hjálparfólkini, sum gjørdu mesta arbeiðið.

Stutt eftir kom frágreiðingin frá leiðslupedagoginum og ráðgevanum.

Í niðurstøðuni varð sagt, at deildin, sum hjálparfólkið arbeiddi á, kostaði ov nógv at reka.

Samlaðu útreiðslurnar vóru ov høgar og innsatsurin var minkandi.

Nú gjørdi umsitingin bart.

Tey settu ein vælumtóktan konsulent at gera eina yvirskipaða kanning av stovninum.

Tríggjar mánaðir seinni kom frágreiðingin.

Niðurstøðan var, at tað vóru ov nógv starvsfólk á stovninum, tískil kostaði raksturin alt ov nógv.

Stovnsleiðarin tók hetta til eftirtektar beinanvegin.

Sama dag fekk hjálparfólkið uppsøgn.

Gjørt varð vart við, at stovnurin skuldi spara, og at niðurstøðan í arbeiðsumhvørviskortleggingini vísti, at hjálparfólkið hevði víst manglandi motivatión og neiligan hugburð til fakligheit og broytingar.

Eftir stutta tíð gjørdist úrslitið, at arbeiðið hjá teimum eftirverandi gjørdist so tungt, at starvsfólk í hópatali vórðu sjúkrameldað.

Stovnsleiðarin, sum dagliga var sera upptikin av fundar- og skeiðvirksemi - og tí ikki luttók stórvegis í ansingararbeiðnum – fekk ikki roknskapin at hanga saman, fekk stress og segði upp.

Uppsagnargrundin var manglandi játtan til fakligheit á stovninum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo