Í morgin sum frálíður uppí hvassan vind ella skrið av útsynningi vestri og samregn, hitin um 10 stig.
Týsdagin uppí storm og meira regn, hann verður nú meira lágur í ættini, ímillum útsynning og sunnan, hitin um 12 stig.
Mikudagin strúkur í vindi av vestri og samregn, tó onkur hendiga sólglotti, hitin um 9 stig.
Hósdagin makar hann loksins vindin og hækkar upp í norðan ella útnyrðing, tað regnar framvegis, og hitin niður í eini 7 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin enn meira, sum frá líður niður í gul ella stívt andøvsgul, tað verður turt og onkrir sólglottar, hitin 7-8 stig.
Næsta vikuskifitð verður aftur merkt av nógvum regni og fitt av vindi, mest av lágætt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo