Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í morgun bórust boðini um, at Uffe Ellemann-Jensen er deyður, 80 ára gamal, eftir í nógv ár at hava stríðst við sjúku. Hóast tunga sjúkralegu var hann vælupplagdur til tað seinasta, og tað eru ikki meira enn fáar vikur síðani, at eg fekk eina heilsu frá honum gjøgnum sonin, Jakob Ellemann-Jensen. Tað gleddi meg stórliga.

Uffe Ellemann-Jensen var ein av størstu statsmonnunum. Serliga tá vit hugsa um lítla landið Danmark, sum hann í nógv ár umboðaði úti í stóra heiminum sum uttanríkisráðharri.

Tá eg hugsi aftur, so eru tað í mínari tíð serliga tríggir persónar, sum hava verið størri statsmenn enn aðrir.

Helmut Kohl er ein teirra. Kanslarin í Týskalandi, tann stóri bulldosarin, sum spenti alt Týskland fyri, eftir at múrurin fall. Hann sameindi og bygdi upp aftur Eysturtýskland, meðan tíð var, og áðrenn bjørnin vaknaði.

Mikhail Gorbatjov er ein annar. Maðurin, sum tordi at lata Sovjet upp aftur fyri umheiminum. Hansara ávirkan og mót broytti heimin til tað betra. Slíkir menn geva heiminum mótið aftur til at stríðast fyri rættvísi og vælferð.

Og so er tað Uffe Ellemann-Jensen, tann størsti. Uffe tordi at føra politikk, sum førdi Europa saman í eina økonomiska og friðareind, sjálvt tá íð andstøðan í Danmark sprellaði ímóti. Vit minnast øll tær fýra EU-treytirnar og allar “nøsirnar”, ikki færri enn 80 í tali, sum Uffe mátti eyðmýkja seg sjálvan við. Hetta gjørdi hann fyri sína sannføring og stavnhald, og sjálvur kallaði hann tær fyri heiðursnøsir, tí hann hevði sanniliga eisini humoristiskan sans og eitt lætt sinnalag. Hetta eyðkendi Uffa gjøgnum øll árini.

Uffe Ellemann-Jensen var millum teir størstu í okkara tíð. 

Hann gjørdist ongantíð danskur forsætisráðharri, men eingin kann vera í iva um, at hann hevur havt alstóran týdning fyri Danmark og Evropa. Uffe var høvuðsuttanríkispolitikarin í okkara Kongaríki, sum hóast avmarkaðu støddina var eitt ríki, sum heimurin stýrdi eftir. Tá Uffe segði nakað og meinti okkurt, lurtaði heimurin.

Uffe var eisini Føroyavinur burturav. Tíðin við Uffe Ellemann-Jensen sum formanni í Vinstra var serlig í Føroyum. Fólk tosaðu um heimspolitikk, og hvat Uffe segði. Hann var roknaður sum okkara maður, eisini í Føroyum.

Eg náddi bert at vera 27 dagar á Fólkatingi saman við Uffa í 1994, tí eg gjørdist løgmaður í Føroyum í ringastu krepputíð. Men eg havi øll árini kent Uffe sum ein góðan vin og samstarvspartnara. Uffe elskaði at vera í Føroyum, og ferðin gjørdist serliga góð, um hann fekk nakrar tímar við tráðuni. Hann elskaði at fiska – bæði síl og annan fiskiskap, hann var fiskimaður burturav.

Eg tori væl at siga, at orrustan millum Danmark og Føroyar í krepputíðini hevði sæð øðrvísi og betri út, um Uffe hevði sitið við róðrið í Danmark. Bæði tí hann var Føroyavinur, men eisini tí hann hevði neyðugu fatanina av tí sárbæru trilvandi, politisku støðuni hjá lítla samfelagnum Føroyum, týdninginum av áliti millum londini og týdninginum av samlaðu strategisku støðu ríkisins.

Slíkur var Uffe. Hann var ein stórur statsmaður, og teir finnast ikki undir hvørjum steini, sum orðatakið sigur.

Hvíl í friði, kæri vinur.

Edmund Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo