BirkBlogg: - Bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi, sigur Jógvan Hugo Gaardar, sum í fyrradagin legði bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka, har opið hús var.
Jógvan Hugo er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Oslo. Tað er saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen, journalisti, at hann hevur skrivað bókina um Bakkafrost.
- Sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo havi eg fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni, sigur Jógvan Hugo.
- Bakkafrost er tann størsta føroyska alifyritøkan, og saman við hinum báðum alifyritøkunum, so vísir føroysk alivinna, at vit eiga heimsins leiðandi alarar. Hetta vita nógv uttanfyri Føroyar. Tað er ikki altíð at hesin kunnleikin er at síggja í føroyska kjakinum, sigur Jógvan Hugo, tá hann legði bókina fram, og undirstrikaði, at tað var hann, ið hevði tikið endaligu avgerðina um, hvussu bókin er bygd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo