1. Hettar er ein ákæra ímóti leiðsluni á kryvjivirkinum Luna í Sørvági, fyri at hava brotið náttúruverndarlógina um útlát í náttúruna.
Leiðslan á Luna hevur, tilvita í nógv ár, latið út í náttúruna stórar nøgdir av flamingoplasti, sum er eitt restprodukt frá framleiðsluni á virkinum í Sørvági. Tað er fleiri 10 tals kubikkmetur flamingoplastavfall.
2. Hettar er ein ákæra ímóti leiðsluni á kryvjivirkinum Luna í Sørvági fyri at hava brotið umhvørvisverndarlógina um handfaring av kemikaliu-/og elektronikkavfalli.
Leiðslan á Luna hevur í nógv ár tilvita sent stórar mongdir av kemikaliurestum og elektronikavfalli til forbrenning hjá IRF, sum er brot á føroysku umhvørvisverndarlógina um handfaring av kemikalium og elektronikki.
3. Hettar er ein ákæra ímóti leiðsluni á keyvjivirkinum í Sørvági fyri at hava brotið føroysku umhvørvisverndarlógina.
Leiðslan á Luna hevur tilvita gjøgnum nógv ár sent PVC avfall til forbrenning á brennistøini hjá IRF. Hettar er brot á umhvørvisverndarlógina, sum tilsigur, at PVC skal savnast saman og sendast til tyrving.
4. Hettar er ein ákæra ímóti leiðsluni á Luna fyri brot á arbeiðsumhvørvislógina.
Leiðslan á Luna hevur sent fólk upp á tekjuna á virkinum at arbeiða uttan nakran form fyri trygdarútgerð.
Leiðslan á Luna hevur tilvita skulkað sær undan árbygdini um at instruera og útgerða arbeiðsfólki við neyðugu trygdarútgerðini.
Hesar ákærurnar verða grundaðar og dokumenteraðar í komandi greinum. Og tær verða sendar sum klagur til respektivu myndugleikar, incl. Sørvágs Kommunu
Leiðslan á kryvjivirkinum Luna í Sørvági er ikki at definera sum eigararnir á Luna. Tað er ikki nøkur beinleiðis ábending um, at eigararnir á Luna eru vitandi um hesar graverandi ákærurnar. Eigararnir hava ikki sína dagligu gongd á virkinum. Men hettar er so nakað internt sum tað ikki er nøkur atgongd til.
Kaikøsturin
Tað er ein eykað ákæra ímóti leiðsluni á Luna, at leiðslan í minnst 3 ár hevur brúkt kaiøki í Sørvági, sum ein køst. Luna gjørdi eina stóra umbygging fyri uml. 3 árum síðani. Har bleiv bleiv ein stórur partur av produksjónslinjunum skift út. Gamla útgerðin bleiv bara blakað á uttara kaiøki, har tað hevur ligið sum órudd inntil farna heyst/vetur.
Men leiðslan hevur ikki skipað nakra uppsamling av restmetal produktum. Ì staðin so verður reststál koyrt yvir í IRF kontainaran hjá grannanum. Hesin frekleikin fekk ein enda farnu viku.
Farnu viku bleiv grannin sera súrur “Tit kunna fara til helvitis við lortinum hjá Luna. Eg eri troyttur av at betala fyri lorti hjá Luna.“ Hesi vóru orðini sum meðarbeiðarin hjá Luna var møttur við. Men leiðslan á Luna letur ikki við seg koma.
Her er ongin politikkur. Her eru ongar rætningslinjur. Her eru ongir málsetningar. Tað bara flýtur í óvissu. Tað sær út sum at tað einasta leiðslan dugur at siga er:
”Hví hevur ongin sagt hettar fyrr?” Ella “ja, hettar mega vit gera betur.“
Og í praksis ger leiðslan á kryvjivirkinum Luna í Sørvági líkasum Chevsjenko í Hvítarusslandi. Tey sum klaga verða blakað til hús. Til skrekk og varsil. So kunnu hini bara varða seg.
Men hesar tilvitaðu handlingarnar eru so sera álvarsligar. Tær hava staðið uppá í so nógv ár, og tað eru so nógv ymisk lógarbrot. So tað kann henda, at tað verður leiðslan á Luna sum sjálvir koma í “bolt og jarn”.
Skriva í Sørvági 12.03.21
Rúni Nolsøe
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo