Marius DC: Marius DC gevur í dag staklagið Feira, ein heilsan til øll okkum, ið hava okkurt at feira í hesum døgum.
Útgavan er eitt nýbrot fyri føroyska rapparan, ið fyrr bara hevur framført trap- og drill-løg. Eitt 80'ara inspirera pop-rapp lag í rennitempo, ið greiður frá einum hugnaligum túri gjøgnum føroyska náttarlívið. "Ballast í alt kvøld, so kom forbíð" syngur Marius, ið fólk kanska kenna betri sum ein rappara.
Lagið bleiv skrivað kvøldið aftaná Marius DC á Voxbotni í fjør, framførdi við donsku popp stjørnuni Tobias Rahim. Ein løta, Marius sjálvur hevur kalla ein tí bestu løtuna í sínum lívi.
Í samstarvi við føroyska beat-makaran og DJ'in Hxini hevur Marius skapt ein sannan summar-sang, við pulserandi bassi, tungum trummum og floymandi keyboard tónum.
Tá tú hoyrir lagið, er tað ikki torført at ímynda sær eina fjøld av áskoðarum, ið syngja við til fangandi niðurlagið "Í kvøld skullu vit feira"
Marius DC hevur gjørt nógv um seg á føroyska tónleikapallinum og framført konsertir á festivalum uttanlands. Í ár skal rapparin spæla á bæði Voxbotn og G! Festivalinum. Við "Feira" leggur hann upp til eitt spennandi summar, við nógvum at feira.
Lagið er tøkt á øllum vanligum stroymipallum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo