Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nevndin: Tiltakið hevur veruliga funnið sítt pláss á árligu skránni yvir tiltøk í Føroyum, og verður tískil aftur at síggja í ár.

Í 2020 verður tiltakið hildið 2. mai, og sum vanligt, eru øll vælkomin oman í Tórsgøtu í Havn at royna mat úr sjónum, lurta eftir tónleiki og njóta løtuna. Eitt fantastist høvi at læra okkara eftirkomarar um ta fantastiska tilfeingi, ið okkara land er kringsett av.

Tiltakið hevur eydnast ómetaliga væl seinastu árini og áhugin hevur av tí sama veri vaksandi. Nú sæst eisini ein vaksandi áhugi frá ferðafólki, ið fáa ein serstakan møguliga, at royna føroysku matmentanina og heimskenda gestablíðni føroyinga.

Ein dagur á grynnuni er ein ikki-vinnurekandi grunnur, ið hevur til endamáls at virka fyri útbreiðan og kunning um føroyskt fiskatilfeingi. Grunnurin verður, í 2020, mannaður av einari seks mans nevnd – Durita Fagrdal Augustinussen, forkvinna. Hávarður Enni, næstformaður. Ernst Jacobsen, kassameistari. Marinna Nielsen, skrivari. Birgir Enni og Suni Joensen, nevndarlimir.

Nevndin gleðir seg, at taka í móti øllum vitjandi, ið leggja leiðina oman í Tórsgøtu tann 2. mai.

Meiri kunning fæst við at vitja facebook síðuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo