Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein serstøk søgulig stórhending um trælahandil og trælahald rann til hugs, tá eg herfyri las, at nýggjársdag 2023 fylti sálmurin ‘Amazing Grace’ 250 ár.

Tað var 1. januar í 1773, at samkoman í Olney kirkjuni í Onglandi gekk oman í Lord Dartmouth Høllina fyri at syngja tann seinni so kenda sálmin.

Evangeliski presturin í Olney, John Newton, hevði yrkt hann til fyrstu almennu framførslu henda nýársmorgun.

Amazing Grace man vera ein hin best kendi og mest sungni sálmurin úr tí stóra anglo-saxiska evangeliska sálmaskattinum, serliga eftir at tað nú heimsgitna lagið varð smíðað til sálmin í 1847. Tað er av skotskum og/ella afrikanskum uppruna.

John Newton viðurkennir í yrkingini seg sjálvan sum stóran syndara (‘eitt vrak’) og Gud sum sín stóra bjargara, ein av mongum djúpt falnum mannasálum.

Skipari á trælaskipi
John Newton varð føddur í Bretlandi í 1725 og doyði har í 1807. Fyrsta part av sínum vaksna lívi var Newton sjálvur skipari á einum bretskum trælaskipi.

Tey sigldi úr Bretlandi til Vesturafrika, har skiparin keypti trælir frá afrikanskum høvdingum ofta fyri stakkalastás, t.d. glasperlur, litføgur klæði, amboð og knívar.

Manningin sigldu hesi ofta vápnaðu flutningsskip, stúgvað við svørtum trælum (upp í 600 hvørja ferð), í leinkjum á 2-4 lægri dekkum, til Karibia.

Har seldu teir trælirnar, ið yvirlivdu ferðina, og vendu so aftur til Bretlands við sukuri, tubbakki, litevni (indigo) og brennivíni, mest romm í lastini, við stórum vinningi.

Bretskir havnarbýir sum Bristol, Liverpool og Glasgow blivu hovríkir við stásiligum handilshúsum, enn til skjals, av hesum ‘tríhyrnishandli’.

Onnur evropisk hjálandaveldi, t.d. Portugal, Spania, Frakland, Týskland, Holland og Danmark, róku sama trælahandil millum heimlandið, Vesturafrika og Karibia.

Bleiv umvendur í ódn og las gudfrøði
John Newton varð skelkaður av pínuni, ið hesir fleiri hundrað liggjandi, fjøtraðu fangar, stúvaðir undir dekki í egnari spýggju og skarni liðu, og fleiri doyðu, umborð.

So eina ódnarnátt til havs, tá skipið hjá Newton misti fleiri av manningini og av trælunum, gekk skiparin í seg sjálvan og rópti á Gud um bjarging.

Hana fingu tey, ið vóru eftir á lívi umborð. Newton fór í land í Bretlandi, har hann las gudfrøði og fekk starv sum evangeliskur prestur í sóknarkirkjuni í Olney.

Har yrkti hann sálmin um sína egnu umvending av Guds dýru náði, Amazing Grace, ið bleiv framførdur fyrstu ferð júst henda nýársmorgun fyri 250 árum síðan.

Kristni politikarin Wilberforce
Nøkur ár seinni kom ein blaðungur, trúgvandi aðalsmaður og parlamentslimur, valdur bert 21 ára gamal, William Wilberforce at hitta John Newton, hvørs sálmur Amazing Grace hevði ávirkað Wilberforce at hjarta.

Ungi ‘Wilber’ spurdi Newton, um hann skuldi fylgja honum, síni fyrimynd, og lesa gudfrøði og virka sum evangeliskur prestur í síni samkomu, ‘The Clapham Sect’.

Newton ráddi frá, og bað Wilberforce heldur halda fram í hesi politisku trúarrørslu, ið virkaði fyri at banna trælahandli og -haldi, fyrst í Bretlandi og so í øðrum londum.

Trælabann var ein kristin krossferð
Trælahandil og –hald er ein hin elsta búskaparskipan hjá mannaættini.

Øll stór og sterk lond, sum í mannasøguni hava kunnað kríggjast ímóti og kúga síni grannalond, hava frá áralds tíð tikið sinar sigraðu grannar sum trælir og tvingað tey ólønt at gera alt hart arbeiði, sum vit í dag brúka maskinur til.

Tað vóru fyrst og fremst miljónir av kristnum eldsálum, eftir at Nýggja Testamenti legði grund undir kristindómin og sannførdi trúgvandi, at trælahandil og -hald vóru og eru í heidnari andsøgn til øll kristin mannarættindi.

Nevnda Clapham rørslan í Bretlandi við Wilberforce á odda og Republikanski flokkurin í USA við Abe Lincoln sum forseta við teirra kristnu sannføring og eldhugi gingu undan í at beina fyri trælahandli og –haldi í Vesturheimi.

Newton og Wilberforce vunnu
Ein kaldan februar morgun í 1807, meðan Wilberforce lá á knæ fram á sítt borð og bað, atkvøddi ein stórur meiriluti í Parlamentinum í London fyri at banna trælahandli í bretska heimsveldinum.

Mótstøðan frá teimum múgvandi trælahandilsmonnunum hevði leingi verið so hørð, at Wilberforce mátti altíð hava vápnaða verju uttan um seg inni sum úti.

Seinni sama ár doyði andaligi vegleiðarin hjá Wilberforce, John Newton, mettur av døgum, 82 ára gamal.

Bretski herflotin, heimsins sterkasti eftir at Lord Nelson í 1805 hevði knúst tann sameinda spansk-franska herflotan hjá Napoleon við Trafalgar, stríddist á øllum heimshøvum ímóti trælahandlinum hjá hinum evropisku hjálandaveldunum.

6.000 bretskir herflotamenn lótu lív í hesum sjóbardøgum til at basa trælahandli og síðan trælahaldi.

William Wilberforce andaðist í 1833, sama ár sum Parlamentið gav 800.000 trælum í bretska heimsveldinum teirra frælsi.

Í USA tryggjaði Borgarakríggið 1861-65 millum teir trælafríu Norðurstatirnar undir republikanskari leiðslu (Abe Lincoln) og sunnaru trælastatirnar undir demokratiskari leiðslu (Jeff Davis) 3 mió svørtum trælum í suður-USA frælsi.

Hetta kríggj ímóti trælahaldi kostaði 600.000 amerikanskum hermonnum lívið.

(Filmurin ‘Amazing Grace’ lýsir meistarliga bretska bardagan móti trælahaldi. Hann er ein av fáum Hollywood-filmum í mong ár, ið hevja kristin virði sum uppiborið).

Óli Breckmann

‘Amazing Grace’ á føroyskum

1. Á, náði rík og dýrabar,
ið frelsti meg, eitt vrak.
Tá vilstur eg og blindur var,
Guð myrkrið burtur rak.

2. At óttast lógin lærdi meg,
men fryktin flýggja má;
hvør søt var náðin fyrst tá eg
í trúnni Jesus sá.

3. Í snerrum og á vandaveg,
men tryggur higartil;
tað náðin var, ið leiddi meg,
og heim meg leiða vil.

4. Tá prís vit sungið hava har
í Himli túsund ár,
tá skal tað tykjast sum tað var,
vit byrjaðu í gjár.

John Newton/Zacharias Zachariassen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo