Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs Kommuna: Vágs Kommuna keypti í fjør eini sethús, sum fyrr hava verið brúkt til barnagarð. Hettar var upplagt, tí húsini liggja við sínurnar av núverandi barnagarðið, Eikilund.

Plásstrot hevur verið leingi og tí var keypið sera upplagt og gevur allar møguleikar fyri at útbyggjað ella samatvinnað bygningarnar í framtíðini. Hetta er fyrsta stigið á leiðini, sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu.

Eikilund hevur hervið fingið uppaftur størri karmar og í septembur flutti ein barnagarðsstova inn í nýumvaldu sethúsini. Sigur Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini hjá Vágs Kommunu.

Nú hava okur framt nógv innan barna- og ungdómsøki í Vági seinastu árini, har m.a ungdómshúsið, UDB, varð keypt fyri nøkrum árum síðani.

Auditorinum í Vágs skúla
Okur fara sjálvandi at halda áfram at styrkja um barna- og ungdómsøki, men okur mugu eisini taka um endan í Vágs skúla. Okur eru nú í holt við at byggja gamla svimjihylin um til eitt auditorium, har eru 700.000 kr. avsettar til endamálið aftur komandi ár. Í ár eru aðrar 700.000 kr. avsettar og har er byggifyritøkan Norcon í gongd við arbeiðið.

Fyrr í ár vóru Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini, og Erhard Joensen, varaborgarstjóri hjá Vágs Kommunu, og hugdu eftir framúr umvælingini av hjábarnagarðinum, sum byggifyritøkan Norcon og arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava staðið fyri.

Okur eru sera fegin í Vágs Kommunu um at styrkja hesu økir innan barna- og skúlagátt. Tað er gleðiligt, at hettar er framt í verki og at nú er arbeiðið uppá auditoriumið í Vágs skúla væl á veg, endar Levi Mørk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo