Miðnámsrit nr. 22: Karakterir stuðla ikki undir læring, tí talið verður eitt mál í sær sjálvum. Talið sigur bert nakað um, hvørjar kvalifikatiónir næmingarnir hava, og ikki, hvørjar kompetansur teir kunnu rúma.
Tí eiga vit at sleppa karaktergeving í hádeild í fólkaskúlanum og á fyrsta ári á miðnámi – og heldur ikki geva nøkrum næmingum karakterir í eini læringsgongd.
Skiftandi taksonomiskar hugsanir hava trupulleikar við sær, tá ið breytarverkætlanir skulu dømast. Uppgávuspurningar mugu tí orðast soleiðis, at næmingurin ger tað, sum krevst.
At undirvísa er at leiða. Eins og leiðarar kunnu hava ymiskan leiðslustíl, hava lærarar ymiskan undirvísingarstíl. Tí er gransking í leiðslu viðkomandi í undirvísing og læring.
Í 2021 vórðu 98% av teimum, sum søktu inn á miðnám, tikin inn. Fleiri teirra eru ikki búgvin til 1.s enn, men í løtuni er einki annað tilboð til hesar næmingar.
Stillir næmingar kunnu vera ein avbjóðing hjá lærarum, tí ilt er at vita, hvussu teir eru fyri, og hvat teir læra. Bólkaarbeiði kann møguliga loysa upp fyri hesum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo