Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað varð ongantíð staðfest, at Poul Michelsen var orðblindur. Orðblindi var heilt einfalt ikki partur av tilvitskuni í Føroyum í 1950-unum, eingin tosaði um tað ella gjørdi vart við tað. Teir trupulleikar, sum Poul og onnur orðblind við honum høvdu í skúlanum, fingu tí onnur lítið rósandi heitir, so sum sibbi, býttur, seinur, dølskur ella dovin. Men Poul fann út av, at hann dugdi ymiskt annað. Hann dugdi væl handaligt arbeiði og var dugnaligur skóti; her var ikki neyðugt at lesa seg til vitan ella dugnaskap, Poul kundi síggja og avmynda, hvussu tingini skuldu gerast.

Fyri tann unga Poul er tað mest kollveltandi, at hann finnur út av, at hann hevur serliga góð evni í ítrótti. Sama árið, sum hann er liðugur í skúlanum, vinnur hann sítt fyrsta føroyameistaraheiti í borðtennis. Hesin dagurin stendur enn klárur í minninum hjá Poul, tí hetta var tann fyrsta viðurkenningin, sum veruliga kendist sum ein persónligur sigur. Viðurkenningin kom tó ikki frá mammuni, tí henni dámdi als ikki ítrótt, men hetta steðgaði ikki Poul, kanska tvørturímóti.

- Rákin av sigri gjørdist eitt slag av tráseting innan í mær, sigur Poul og greiðir frá, hvussu hann síðan vann eitt FM-heiti fyri og annað eftir, soleiðis at hann samanlagt eigur oman fyri 50 FM-heiti innan borðtennis, badminton og fótbólt.

Men henda tíggju ára langa sigursrøðin fyllir lítið í hugaheiminum hjá Poul í dag, tí kenslurnar, ið eru knýttar at hesum upplivingum, minna hann á hesa áhaldandi tráanina eftir viðurkenning, og heiðursmerkini kennast sum ein próvførsla fyri, at hann er nóg góður.

Men tá ið Javnaðarflokkurin bjóðar honum borgarstjórasessin í 1981, rennur tað honum kalt niður eftir bakinum, tí hann veit, at tað verður trupult við lesingini. Hann noktar í fyrstu atløgu, men tá ið alternativið er, at ein javnaðarmaður fer av stað við borgarstjórasessinum, kemur vinnarahugburðurin aftur í hann, og hann velur at taka av.

- Men loysnin upp á lesitrupulleikan er treiskni og góð fyrireiking.

Fólk undraðust á, at eg møtti so tíðliga til arbeiðis. Eg møtti, og møti enn kl. 5-6 um morgunin, og tímarnar fram til hini møta kl. 8-9, lesi eg dagsins tekst, eg terpi og terpi og terpi, til eg dugi tekstin at kalla uttanat.

Næstu 12 árini fyrireikaði Poul seg soleiðis til gerandisdagin sum borgarstjóri í størstu kommununi í landinum, uttan at nakar varnaðist, at hann var orðblindur og hevði lesitrupulleikar. Við málrættaða og treiska hugburðinum og heilt serliga arbeiðslagnum hevur Poul eisini ment sínar lesiførleikar munandi. Hann hevur framvegis lyndi til at býta orð og bókstavir um, og hann skal lesa tekstirnar fleiri ferðir fyri at fáa teir at sita ordiliga.

Brot úr greinini Avbjóðingar tendra ein neista í mær, sum kann lesast í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo