Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein 41 ára gamal maður varð í gjár varðhaldsfonglaður eftir grundlógaravhoyring í rættinum í Glostrup fyri at hava myrt føroysku Mariann Stenberg við knívi. Drápið hendi fríggjadagin, tá maðurin skuldi til samrøðu hjá Mariann Stenberg, lækna, á Retspsykiatrisk Ambulatorium í Brøndby, har hann fekk viðgerð fyri sína sálarsjúku.

Maðurin segði, at hann var illur við sín viðgera, og hann hevði tikið ein knív við til samrøðuna henda dagin, um so var at "tað gekk galið", sum hann segði.

"Eg ætlaði at hon skuldi doyggja", segði maðurin, og játtaði seg sekan. Hann noktaði seg tó sekan í at hava ætlað at dripið tvey onnur starvsfólk, sum komu Mariann til hjálpar. Tey fingu bæði snuddir av knívinum hjá tí 41 ára gamla, annar teirra álvarsligar snuddir. Viðkomandi er framvegis innlagdur, skrivar Jyllandposturin.

Tað kom eisini fram í rættinum, at maðurin var kendur av politinum, hann hevði ein dóm fyri rán og harðskap, og tað var tí hann gekk til viðgerðar. Men nú hann framdi illgerðina, var hann leyslatin.

Tað kom eisini fram í rættinum, at 41 ára gamli maðurin hevði havt ilt eyga á Mariann Stenberg í yvir eitt ár.

Sambært in.fo var Mariann Stenberg dóttir Richard Jacobsen úr Sandvík, sum fórst við Hans Hedtoft í 1959, og Emmy Johansen úr Sandvík, sum býr í Havn.

Hetta er langt ífrá fyrstu ferð at starvsfólk sum starvast innan psykiatriina í Danmark verða myrd. Seinastu 10 árini er tað hent 8 ferðir, skrivar jp.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo