Tað verður ivaleyst heimsins festligasta innrás, tá ið føroyskir tónleikarar og undirhaldarar gera innrás í danska høvuðsstaðnum um góðar tveir mánaðir. Tiltakið ”Innrás: Keypmannahavn” verður hildið í Amager Bio leygarkvøldið 1. apríl og bjóðar live-framførslur við tónleikabólkum og undirhald frá skemtarum.
Fyrsti bólkurin er nú kunngjørdur til tiltakið, og tað er eingin annar enn Dynamit. Tað verður ein uppliving, sum neyvan fæst aftur, tá ið Dynamit fer á pallin í Keypmannahavn, har teir ongantíð áður hava spælt.
Fyri júst 30 árum síðani vann Dynamit eina innleiðandi kapping í Grand Prixi hjá blaðnum Se&Hør, sum varð hildin í Jyllandi. Tá tóku teir danskarar á bóli við millum annað volapyk-sanginum Aja Aja Umba, sum danskarar hildu var á føroyskum máli. Showið og framførslan í kappingini var so sermerkt og lívligt, at Dynamit gjørdist tryggur vinnari. Dynamit skuldi taka lut í finaluni í Keypmannahavn, men teir møttu ikki. Nú 30 ár seinni fara teir umsíðir til danska høvuðsstaðin.
- Vit hava líkasum ongantíð aftur havt høvi og møguleikan at fara til Danmarkar at spæla aftur, men nú skal tað verða. Vit ætla at taka Keypmannahavn við storm og fara at geva fólki eitt show, sum tey seint fara at gloyma, sigur Niclas Heri Jákupsson, annar av sangarunum í Dynamit.
Dynamit hevur við framførslum á Summar Festivalinum víst, at teir fram um tey flestu duga at fáa lív í áhoyrarafjøldir. Tað gera teir við sangum sum ”Grøv nummar 13”, ”Pápi tín býr ei í Tórshavn”, ”Hví gongur Tom altíð skít”, ”Ein vátur og kaldur drongur”, ”Bangin”, ”Til allar kvinnur”, ”Á lat meg vera” og ”Ólukkudýrið”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo