Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Erhard Jacobsen skrivar: Bob Dylan, sum í dag er 75 ár, man hava upplivað mangt á lívsleiðini. Og vit hava upplivað ikki minni saman við honum.

Eg minnist sum blaðungur, eg hoyrdi hann syngja um at vera til reiðar, tí at nú vóru rættiligar rembindartíðir. Í sanginum The Times They Are a-Changin’ (1964) ávarðar Dylan tey konservativu, tey, sum vilja verja tað gamla, at tey skjótt gerast á kroppi, tí tað nýggja kemur sum ein flóðalda, og hann leggur aftrat, at “you better start swimmin’ or you’ll sink like a stone”. Tá var eg ovurfegin, tí eg helt ikki meg vera konservativan; eg var komin í rætta fylgið, so mær nýttist ikki at svimja. Fast takið hinum, hugsaði eg.

Og so opinberingin í A Hard Rain’s A-Gonna Fall (1963), har Dylan veit um ein “blue-eyed son” ella “darling young one” (man hetta vera mammusa drongur ella næmingurin, ið lærarin spyr?), sum m.a. sigur seg hava sæð ein nýføðing kringsettan av úlvum, og ein oyggjarveg settan við diamantum, men har ongin sæst ganga ella koyra. Og ungi alvin ætlar sær ikki at helma í, fyrr enn hann hevur sagt øllum frá týningini. Hetta vóru mótmælisárini, tá ið Dylan var fólkasangari. Hann sang eitt nú saman við Joan Baez, og fyrimyndirnar vóru teir gomlu deltabluesararnir og ongin minni enn Woody Guthrie, sum Dylan vitjaði fleiri ferðir, árini Woody lá á sjúkrahúsi.

Á hesi somu plátuni, The Freewheelin’ Bob Dylan (1963), sang hann eisini um krígsmenninar, Maters of War, sum allir søgdu, at Gud helt við teimum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo