Tórshavnar kommuna: Havnarmaðurin, Daniels Jacob Danielsen, vanliga nevndur Dollin, fekk ræðuleikan í Kongo fram í ljósmála. Dollin vaks upp í Havn og var trúboðari í Afrika.
Í Afrika sá hann børn og ungfólk, sum høvdu fingið kutað hendur av. Hetta var ein útbreiddur revsiháttur hjá yvirvaldinum í Kongo. Hesa ótespiligu sjón avmyndaði Dollin, og myndirnar ferðaðust síðani víða um heim.
Daniels Jacob Danielsen, Dollin, var føddur 25. juni 1871. Sostatt eru 150 ár liðin, síðani Dollin varð borin í heim. Dollin doyði bert 45 ára gamal í 1916.
Hann ritaði navn sítt í heimssøguna við sínum stríði og avriki móti harðskapi móti fólkinum í Kongo.
Á sjálvum 150 ára føðingardegnum verður skipað fyri minningarhaldi fyri hesum merkismanni.
Tiltakið verður fríggjadagin 25. juni frá kl.16-18. Melda teg til tiltakið her.
Dollin liggur grivin í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Fyrst verður kransur lagdur við grøvina á Svínaryggi, og síðani verður farið yvir í Auluna í Finsen til stuttar framløgur og tónleik.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin í Finsen kl.16:15.
Oddur á Lakjuni fer síðani at greiða frá um bakgrundina fyri tí, sum hendi í Kongo. Og so fer Óli Jacobsen, sum hevur skrivað bók um Dollan, at greiða frá stríðnum hjá Dollanum fyri fókinum í Kongo og altjóða viðurkenningini, sum hann hevur fingið fyri bardaganum. Endin var, at Leopold kongur annar í Belgia mátti geva Kongo frá sær.
Tónleikur verður við Róki Jákupssyni Jakobsen og Bárði á Lakjuni. Teir eru báðir í ætt við Dollan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo