Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Deyvafelagið bjóðar øllum at hátíðarhalda 50 ára stovningardagin leygardagin 18. juni í Silo (Kongshøll) í Tórshavn.

- Vit gleða okkum til dagin og bjóða øllum til eina áhugaverda og fjøbroytta skrá, har vit varpa ljós á „Lívið við teknum“ við persónligum søgum og áhugaverdum fyrilestrum, sigur Deyvafelagið.

Skráin í høllini byrjar kl. 14.00 og endar umleið kl. 17.00. Dyrnar lata upp kl. 13.30. Skrivi- og teknmálstulkar verða á staðnum.

Deyvafelag Føroya varð stovnað 12. februar 1972 og seinastu 50 árini hevur felagið áhaldandi virkað fyri at varpa ljós á og arbeitt fyri, at deyv fólk í Føroyum hava somu rættindir, sum hoyrandi fólk hava. Felagið hevur eisini til endamáls at samla deyv í Føroyum.

- Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá:
Kl. 14:00    Vælkomin
Kl. 14:10    Eitt lív við teknum
    Jan Zachariassen greiðir frá lívi sínum.
Kl. 14:30    At vaksa upp við teknum
    Jósva Debes, abbasonur ein deyvan, greiðir frá
Kl. 15:00    Føroyska teknmálsorðabókin Sign Wiki Føroyar og teknmálsfyritøkan Vit Tekna
    Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar, greiða frá
Kl. 15:30    Kaffisteðgur og prát
Kl. 16:00    Arbeiðið við teknum
    Samrøða við Eyðgunn Danielsen,
    sum er stuðul og dagliga arbeiðir við „Tekn til talu“.
Kl. 16:15    Lívið við teknum
    Meifríð W. Hansen greiðir frá um Føroykst teknmál
    og støðuna hjá teimum, sum brúka Føroykst teknmál   
Kl. 16:45    Leikur: „Tá ketan loypir av“
    Royn hvussu tað kennist, tá samskifti ikki riggar.
    Anna Simonsen og Meifríð W. Hansen
Kl. 17:00    Hátíðarhaldið endar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo