Tey serkønu koma við góðum ráðum. Politikarar siga, hvat fólkið skal gera. Landið liggur í andaleypi. Heimurin er broyttur.
Alt skyldast einari sótt. Korona.
DEYÐANS DROTNING er ein tíðarmynd. Eitt tónlistarligt ískoyti uppá 4 minuttir. Steintór Rasmussen hevur skrivað orð og lag. Sangurin er innspælur í Mike Studio í Klaksvík í teimum seinastu koronadøgunum í apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo