Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsamband Føroya: Ársins fyrsta kapping var á Skála um vikuskiftið, kappast var baði hjá monnum og kvinnum, 53 menn og 8 kvinnur vóru tilmeldaði og spenningurin var stórur nú dart árið 2024 fór av bakkastokki, nógv stendur fyri framman í ár, millum annað stóru altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open, sum verða um 1 mánað, landsliðini skulu til baði norðulendska meistaraheitið í Íslandi og til EM í Slovakia, og eisini standa nógvar altjóða kappingar fyri einstaklingar fyri framman. Til altjóða kappingarnr sum verða á Glasir frá 22-24 mars síggja vit longu nú, stóran áhuga frá útlandinum, og hava fólk úr 8 ymiskum londum longu boða frá, at tey koma hendanvegin.

Endurtøka av FM finalunum
Í kappingini hjá kvinnum stóð finalan ímillum FM finalistarnir frá í fjør, Beintu Joensen úr KDF og Maibritt Hvíthamar úr HDF. Serliga Maibritt hevði ígjøgnum dagin víst rættiliga styrki, og hevði hon aðrenn finaluna bert tapt 3 sett á degnum. Og byrjaði finalan eisini sum hon ætlaði, Maibritt kom á odda 3-0 og alt tyktist avgjørt, í fjórða setti misti Maibritt fleiri dystarpílar og megnaði Beinta at berja seg uppá 3-3. Sjenda og avgerðandi setti bleiv eitt ordiligt nervaspæl, har baðar fylgdust allan vegin niður og vóru fleiri dystaravgerðandi pílar mistir. Endin var at Beinta vann 4-3, ein ordiliga spennandi finala ið vísti at vit kunnu síggja fram til eitt spennandi kappingarár hjá kvinnum.

Hjá monnum er kappingin skipa soleiðis at spælt verður í einum A bólki og einum B bólki, har teir meir royndu leikarnir spæla fyri seg, ímeðan teir nyggju og teir ið ikki hava støði spæla í B bólkinum. 21 mans vóru í A bólkinum, og sóu vit nógv gott spæl og allarflestu av dystunum, høvdu miðaltøl uppá yvir 70, og onkrir av dystunum nærkaðist teimum 90 í snitt. Finalan bleiv ímillum Una Árting og Jan McIntosh úr HDF. Uni lat ongan iva verða um, at hann í løtuni er okkara besti spælari og vann dystin 7-3. Um hugt verður eftir tað ið leikarnir løgdu eftir seg í ársins fyrstu kapping, so hava vit ikki sað so høgt støði í Føroyum fyrr, og fleiri leikarar kunnu koma at geva harða kapping í ár.

Finalan í B bólkinum var ímillum Benny Hansen úr D16 og Egin Hallgrímsson úr ADF. Benny hevur seinasta árið víst at hann hevur støði til A bólkin, og vann hann eisini trygt finaluna 5-1, hetta var fyrsta finalan hjá Egin, sum er ein nyggjur dartspælari og hann kunnu vit vænta at síggja nógv til í framtíðini. Næsta opna kapping verður 9 mars

Úrslitini av ársins fyrstu kapping:

Kvinnur
Nr 1 Beinta Joensen KDF
Nr 2 Maibritt Hvíthamar HDF
Nr 3 Jóna Miðalberg KDF
Nr 3 Kristbjørg Reinert Vesturklett VDF

Menn A
Nr 1 Uni Árting HDF
Nr 2 Jan McIntosh HDF
Nr 3 Petur Thomsen D16
Nr 3 Jan Erik Fjallstein VDF

Menn B
Nr 1 Benny Hansen D16
Nr 2 Egin Hallgrímsson ADF
Nr 3 Jóannes Árting HDF
Nr 3 Jógvan Olivur Kallsoy EDF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo