Dansistovan er evnið, ið vakti Sørvingin.
Hetta evnið koyrir nærum líka heitt sum høllin, ja, um ikki heitari í løtuni.
Ymiskar eru meiningarnar, hvat gerast skal við hetta ‘misprýðið’ mitt í vakrasta staðnum í Sørvági.
Eg havi heilt erligt ikki nakað 100% uppskot til, hvat júst skal verða har, fyriuttan eitt stað, ið savnar fólkið.
Tí um nakað, so mangla vit hetta í Sørvági.
Og hvar aðrastaðnis skal eitt tílíkt stað verða uttan mitt í hjartanum í Sørvági.
Høll manglar ja, og hugsast kann, um ein høll ikki kann lúka krøvini ið vit seta til eitt bygdarhús, her hugsi eg veitslur, føstulávintshald, brúðleyp, dans o.a - vit vita at høllin kemur og hon kostar fleiri mió krónur.
Men mítt svar er greitt nei.
Hesi skulu ikki blandast saman, tað verður ógjørligt.
At hava eitt bygdarhús, ella eina høll for den sags skyld, er ikki nakað forkunnugt í eini kommunu yvir 1000 fólk - í eini kommunu har útstykking er í gerð og væntandi fleiri barnafamiljur koma at leggjast afturat - tað eigur at verða ein sjálvfylgja!
Og at blanda arkitektar uppí, tveitir projektið í tann stóra milliónaklassan, so tí stuðli eg ikki.
Fólkið hevur talað - hetta bæði hoyra vit og síggja vit á undirskriftarinnsamlingunum runt um i bygdini.
Eg síggi nógv heldur fyri mær, at sørvingar aftur finna sína innaru fjaldu eldsál fram, og vit saman byggja upp tað, ið vit sakna og inniliga ynskja.
Tí fer hon niður, ja, so kemur einki upp aftur tey næstu fleiri árini!
Róm varð ikki bygdur eftir einum degi - ella sum onkur annar segði, Sørvágur varð heldur ikki grótlaðaður eftir einum degi.
Elsebeth Davidsen
Bygdaráðslimur í Sørvágs kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo