Bólkurin Danny and the Veetos telist millum heitastu nøvnini í føroyskum popptónleiki í løtuni.
Dugnaligu og evnaríku tónleikararnir hava rættiligva vunnið fram við sanginum Sunnukvøld í mai, og nýggi sangurin All Right gongur í løtuni sigursgongd í føroyska summarinum.
Danny and the Veetos verða við á Summar Festivalinum í august.
Avtalan var, at bólkurin skuldi spæla í Tjaldinum, men í hesari video ber til at síggja, hvussu tónleikararnir reagera, tá ið teir fáa at vita, at teir skulu spæla á stóra palli á Vágsbøi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo