- Tað er okkum ein gleði og æra at boða frá, at vit í morgun hava fingið teldupost frá hoffinum, at HKH Fríðrikkur og frú Mary hava meldað Dannebrog til Bátastevnuna 2022, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Dannebrog kemur á Vestmanna mikudagin og fer avstað aftur mánadagin eftir bátastevnuna.
Varðliðið verður eisini við og skulu teir spæla í Tjaldinum, tá ið suppan er á skrá, eftir at bátarnir eru komin inn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo